Nýggjar tíðir í Yndifitness

Fyrr opið bæði leygardag og sunnudag

Frá leygardegnum, 6. august 2016, er opið í Yndifitness um vikuskiftið – bæði leygardag og sunnudag – frá klokkan 9.00 til 18.00.

Hetta gera vit, tí nógvir av limum okkara hava spurt, um tað ber til at broyta tíðina um vikuskiftið og hava fyrr opið enn higartil.
Vit halda, at tíðin er búgvin at eftirlíka ynskinum frá limunum, og vónandi fara fleiri at brúka møguleikan at trena tíðliga leygardag og sunnudag.
Broytingin í tíðini, vit hava opið, ber í sær, at Yndifitness hevur nú opið 100 tímar um vikuna.

Vælkomin í Yndi!