Yndifitness

Yndifitness, Sundsvegur 6, Tórshavn

Yndifitness í Tórshavn er í nýinnrættaðum hølum við øllum hentleikum. Vit hava stór rúmlig hølir við yvir 100 fitness-maskinum. Fitnesshølið er ljóst, og tað er gott pláss til stórar rørslur.
Fitness-maskinurnar og cardio-maskinurnar eru fyri seg.

Yndifitness leggur stóran dent á at geva best møguligu ráðgeving og tí eru øll ið arbeiða sum fitness instruktørar í sentri okkara, útbúnir fitness instruktørar, ið hava lokið internationala fitness instruktør útbúgving. Eisini hava vit ein persónligan venjara ið hevur heiti “International Personal Trainer”, hettar er fremsta útbúgvingin innan fitness heimin.
EINANS við at tryggja okkum at øll starvsfólk okkara hava best møguligu útbúgvinar kunnu vit bjóða kundum okkara, tí allar bestu vegleiðingina.

Vit hava eitt styrki/vektrúm við yvir 1,2 tons av vektskivum, 2 squat stativ, 2 Bench Press, Dead Lift, wheel Dead Lift, kassa til box Dead Lift, beinpress, hack squat, calf loader, ketir, loglift, T-Bar row, Farmers Walk, pull down, cable row, cable cross, pull up bars, EZ bar, Preacher’s chair, wrist roller, leysir incline benkir, kettlebells og upp til 50 kg hondvektir. Í hesum høli er eisini egin tónleika-útbúnaður. Eisini er vask/krani, so tilber at fáa sær vatn ella blanda protein shakes í vektrúminum.

Dansihølið er væl útgjørt til undirvísing. Swissball’s, bodybars, steppbenkir, mottur, elastikk og hondvektir eru til liðvenjing. Boksihandskar og boksisekkir eru eisini tøkir.

Útbúnaður er í hølinum, so tit kunnu hoyra tónleik frá fløgu, minidiski, iPod, teldu ella internetinum. Uppvørpa er eisini tøk í dansisalinum.

Súkkluhølið er væl útgjørt til undirvísing. Spinningsúkklur og mottur eru til liðvenjing. Útbúnaður er í hølinum, so tit kunnu hoyra tónleik frá fløgu, minidiski, iPod ella teldu.