Yndifitness Klaksvík

Yndifitness, Bøgøta 6, Klaksvík

Yndifitness Klaksvík er gamla Íðka. Yndifitness keypti Íðka í 2008. Íðka læt upp í 2006 í hølunum hjá NEMA. Flutt varð í desember 2009 í KÍ-høllina. Størri høli, betri parkeringsumstøður og gott útsýni yvir KÍ-vøllin gera, at vit eru sera væl nøgd við umstøðurnar.

Fleiri útbúnir fitness-instruktørar knýttir at Yndifitness Klaksvík. Vit hava fleiri kondi-maskinur, t.d., rennibond, crossarar, súkklur, o.s.fr.

Fitness-útgerðin er av besta slagi. Maskinur til at venja bein, rygg, bringu, armar, akslar, búk og lendar gera, at øll, ung sum eldri, kunnu venja fitness. Vit hava eisini leysar vektir til squat, benchpress og dead lift, hondvektir upp til 50 kg, swissballs og elastikk.

Samband er við Yndifitness Klaksvík á tlf. 45 46 47 ella klaksvik@yndi.fo