Pilates

Pilates styrkir kjarnuvøddarnar í kroppinum og beinagrindini. Venjingin byggir á nakrar meginreglur, har vit m.a. leggja dent á rættan kropsburð og avslappan í kroppinum. Vit styrkja og strekkja vøddarnar út samstundis. Hetta ger Pilates til ein sera effektivan venjingarhátt, har vit tillaga venjingarnar eftir tí einstaka luttakarinum. Soleiðis fært tú sveittan fram, ímeðan tú styrkir kroppin og samstundis minkar um vandan fyri skaðum. Pilatesvenjing kann soleiðis styrkja teg til gerandisrørslu umframt aðrar ítróttargreinar.