Pump-It

Ein sera effektivur tími, her tú styrkir allan kroppin við vektum,
vektstongum og stepp-bonki. Tú verður sterkari, meiri áhaldin, væl trenað/ur og
atletisk/ur og ikki pumpað/ur, sum navnið sigur. Allur kroppurin verður
trenaður, og tað er tí sjálvsagt at kombinera við cardio venjing ella øðrum
holdvenjingum, so sum Zumba ella High Intensity.