Reglugerð

Generelt
• Kundin hevur skyldu til at fara væl um hølini og útgerð og um neyðugt at hava við sær eitt handklæði e.t. til at turka sveitta upp eftir sær.
• Tað er bert loyvt at nýta innandura skógvar – hetta merkir eisini, at tað verður ikki góðtikið at t.d. gingið verður frá bilinum og inn í hølini í innandura skóm. Somuleiðis er kravið, at vant verður í skóm.
• Óhøviskur atburður kann hava við sær burturvísing.
• Tað er ikki loyvt at roykja inni í hølunum.
• 14 ára aldursmark er sett til at venja fitness.
• Fólk, ið eru ávirkað av rúsevni, hava ikki atgongd.
• Upplatingartíðir kunnu verða broyttar, og hetta ger leiðslan av.
• Starvsfólkið ger av, hvørjar kringvarpsræsur verða spældar í hølunum.
• Limakortið er strangt persónligt, og verður tað latið øðrum at nýta, kann tað hava við sær burturvísing.
• Limir hava ábyrgd av egnum virðislutum. YNDIFITNESS tekur onga ábyrgd av virðislutum hjá limum og annars skaða, ið stendst av ósketni. YNDIFITNESS kann sostatt bara ábyrgdast, um møguligur skaði stendst av óvæntaðum breki á útgerðini.

Limaskapur
• Leiðslan ásetir limagjaldið, og skuldi tað hent, at prísurin verður hækkaður, verður boðað frá tí minst 3 mðr. áðrenn. Fer prísurin upp, ávirkar tað ikki tey, sum frammanundan hava teknað ein ávísan limaskap.
• Bert 3, 6 og 12 mánaða-limaskapur kann steðgast upp til 28 dagar. Hetta kann bara brúkast einaferð. Serlig undantøk kunnu gerast í sambandi við sjúku ella líknandi. Boðast skal sjálvandi frá steðginum frammanundan, og verður tað gloymt, ber ikki til at fáa dagar lagdar afturat.
• Klippkort til FITNESS (atgongd til alt) er galdandi í 1 ár frá keypsdegi. Klippikort til aerobic, spinning, dans o.a. er galdandi eitt avmarkað tíðarskeið, ið er skrivað á klippkortið.
• PBS-fastgjaldsskipanin er bindandi í 3 mðr. PBS-avtalan heldur fram, til tú meldar frá í Yndifitness. T.v.s., at sigur tú ikki PBS-avtaluna eftir 3 mðr, heldur hon fram til uppsagt verður.