Føroysk styrkimet

Yndifitness hevur umboðið uppá tey føroysku styrkimetini, hettar er eisini nakað ið vit royna at gera nógv burtur úr.

Hvørt ár hava vit kappingar og støðumet har tað er møguligt hjá styrkilyftarum at seta føroysk met, og at vinna heiðurin sum føroyskur meistari í styrkilyfting.

Mettalvunar hjá okkum hava met sum røkka heilt aftur til fyrst í 80′unum.

Yndifitness fylgir altjóða IPF (International Powerlifting Federation) reglugerðini tá skipa verður fyri støðumetum og kappingum, hettar verður gjørt fyri at halda mettalvurnar so professionellar sum til ber.

IPF reglugerðin kann takast niður her

Mettalvan hjá monnunum kann síggjast her
Mettalvan hjá kvinnunum kann síggjast her