Styrkivenjing (Strength/Resistance/Weight training) er øll venjing, sum ber í sær mótstøðu sum ein partur av venjingini. Styrkivenjing kann verða útint við t.d. leysum vektum, maskinum, elastikki ella bara við tíni egnu likamsstyrki.
Styrkivenjing er ein góður máti at avreagera upp á og er sostatt ein góður avstressari.
Styrkivenjing fær heilan at senda vælveruevnið endofin út í kroppin. Hetta evnið fær teg eitt nú at føla teg glaðan og avslappaðan.
Eitt tað týdningarmesta við styrkivenjing er, at tú hevur so mikið stórt yvirskot í gerandisdegnum, at tú varnast skjótt, at tú klárar uppgávur, sum tú hevur hildið, vóru ikki komandi útyvir.
Umframt teir estetisku fyrimunirnar eru nógvir aðrir fyrimunir við styrkivenjing.
Styrkivenjing er ganglig fyri ØLL, ung og gomul. Og tað er ongantíð ov seint at byrja at venja.
Yndifitness hevur væl útbúnar fitness-instruktørar, ið fegnir hjálpa tær at koma á mál, hagar tú ætlar tær. Tað vita øll – eisini tú, ið drálar.
So … kom nú!