Fá tína egnu venjingarætlan

Í Yndifitness eru útbúnir fitness instruktørar, ið vilja hjálpa tær at røkka tínum málið, ein máti at megna hettar er, við hjálp av einari venjingarætlan, og hettar vilja okkara væl upplagdu fitness instruktørar eisini fegnir hjálpa tær við.

Alt tú skal gera er at printa og fylla út hettar skjalið og síðani lata tað inn hjá Yndifitness, so fært tú gjørt eina venjingarætlan, ið passar júst til TÍN tørv og krøv.

Allir fitness instruktørar okkara, hava fullfíggjaðar Fitness Instruktør útbúgvingar, og hettar ger okkum før fyri at geva tær júst tí venjingarætlanina, ið tær tørvar.

Kostnaðurin fyri eina venjingarætlan er 50,- og skal rindast samstundis, sum venjingarætlan skjali verður latið inn.

Vit síggjast í Yndifitness, og minnist til, ein sunnur kroppur er ein virkin kroppur!