Súkkling er innandura-súkkling, ið er góð fyri
hjartað, lungu og blóðrensl og eisini sera góð fyri konditiónina. Fólk við
veikum ryggi og liðum kunnu eisini vera við.
Øll sita á hvør síni súkklu, meðan undirvíst verður afturvið góðum musikki.
Fyrst verður hitað upp, síðan súkkla vit sitandi og standandi og enda við
strekkingum.