Um okkum

Yndifitness er stovnað í 2004

Felagið hevur umbygt “gamla” Yndi um til eina nýmótans venjingarmiðstøð.
YNDIFITNESS hevur fleiri sjónvørp og útvarpsræsur, sum kundin kann hoyra/síggja, meðan hann brúkar eina av okkara 68 konditións-maskinum – harímillum fleiri rennibond, cross-trainer, súkklur, rógvimaskinur, steppmaskinur o.s.fr.

Harafturat eru uml. 55 maskinur til vøddavenjing o.a., umframt leysar vektir og nógv annað.

YNDIFITNESS hevur 2 skiftirúm. Ein sal til konditiónsvenjing. Ein sal til vøddavenjing. Ein sal til súkkling og eisini ein 80 fermetrar sal til aerobic o.a.

YNDIFITNESS kann bjóða øllum inn, gomul og ung, og leggur serliga dent á tann persónliga tørvin hjá tí einstaka, t.v.s. vil onkur klænka seg, styrkja seg, bøta um konditiónina ella … ja, tað er bara at siga frá.

Ja, tit lesa rætt, vit hugsa um tykkara tørv og vónandi kunnu vit eisini hjálpa tær, og soleiðis betra um tína lísvgóðsku.